Sambært heimasíðuni IMDB er ein av teimum mest áhugaverdu filmunum, sum koma út i 2017, ein filmatisering av kendu sjónvarpsrøðini Baywatch. Hesin filmurin er ein skemtifilmur, sum hevur sera nógvar líkheitir við gomlu 90'ara sendirøðina.
Trýst á pílin fyri at síggja trailaran.
Ivaleyst eru tey nógv sum minnast Baywatch sendirøðina - lívið á strondini í California, har teir vakrir lívbjargararnir stríðast við mangt og hvat, og bjarga lívum hjá teimum, sum koma illa fyri í havinum.
Av øðrum áhugaverdum filmum kann nevnast ein nýggjur partur av Pirates of the Carribean við undirheitinum Men tell no tales.
Ein filmatisering av Beauty and Beast verður eisini á skránni í 2017.










