Bayern Munchen leitar eftir nýggjum venjara, eftir at Niko Kovac bleiv koyrdur. Dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, var eitt eyðmýkjandi 5-1 tap móti Eintracht Frankfurt.
Í vikuni hevur týska stórfelagið verið sett í samband við ein gamal kenning í evropesiskum fótbólti. Nevniliga 70 ára gamla Arsené Wenger, sum hevur verið uttan venjarastarv, eftir at hann takkaði fyri seg eftir 22 ár í Arsenal.
- Søgan er í stuttum, at mikudagin ringdi Karl-Heinz Rummenigge til mín og spurdi um eg havi áhuga í starvinum. Vit tosaðu í fýra til fimm minuttir, har eg boðaði frá at eg má hava umhugsingartíð, tí eg havi ikki hugsað um tað, sigur Arsené Wenger.
Í samrøðuni við beIN Sports sigur fyrrverandi Arsenal venjarin víðari, at hann hevur kent leiðsluna í Bayern Munchen í 40 ár, og letur væl at Karl-Heinz Rummenigge og hinum. Í kvøld spælir Bayern Munchen stórdyst móti Borussia Dortmund, og møguliga verður Arsené Wenger aftur at síggja í evropesiskum topp-fótbólti í næstum.










