Báturin skrýddur til sína seinastu ferð

Í Vági, fremstu nýggjársbygdini, verður bátur brendur á nýggjárinum.

 

Seinnu árini hevur verið gjørt burturúr at prýða bátin, og er hann altíð stásiligur.

 

Soleiðis er eisini hesaferð, og er báturin nú klárur á Tríkantinum, ið er økið, ið Nýggjársnevndin eigur, og sum er savnandi staðið fyri stóra nýggjárshaldið í Vági.

 

Tað er Jakob Skaaning, ið tekur sær av at prýða bátin, og tað hevur hann nú gjørt í nøkur ár eftir hondini.

 

-Jakob Skaaning hevur aftur latið eitt meistaraverk úr hondum, skrivar Nýggjársnevndin á facebook.

 

Í morgun hevur morgunmatur verið í VB húsinum, har sera nógv fólk kom saman.

 

Kirkjurenning hevur eisini verið í Vági í morgun.

 

Restina av degnum sær skráin hjá vágbingum soleiðis út:

 

kl. 13 Barnatiltak í VB-húsinum v/Bubu og Inga Poulsen og Danny. Dyrnar lata upp kl. 12.30.

 

Kl. 23.45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestueftir.

 

Kl. 0.00 Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum og Sandinum. Sum vant verður sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.

 

Eftir bálið er stórdansur á Eiðinum. Í Vágs Høll spæla Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen. Bólkurin RSP fer eisini á pall í Vágs Høll. Og í VB-húsinum spæla Section til dansin.