Í dag vendir Kvívíkar kommuna sær til sínar borgarar, sum hava bát liggjandi í bátahylinum á Valinum.
Kommunan vísir á, at tá bátar liggja við flótibrúgvarnar, skulu endarnir vera strammir.
Eru endarnir ov leysir, livir báturin ov nógv og rykkir í brúgvaarmarnar.
- Vit heita tí á allar bátaeigarar, sum hava bát á Valinum, um at kanna eftir, at báturin er væl bundin.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at bátaeigarar, sum eru í iva, eru vælkomnir at venda sær til kommununa.