Bátahylurin á Oyrunum verður umvældur

Nú verður farið undir at umvæla bátahylin inni á Oyrunum.

 

-Hetta er eitt mál, ið eg og býráðið hava arbeitt við at fáa við á fíggjarætlanina, og eg havi spent hildið ondini áðrenn eg vildi melda nakað út. Tí sjálvt um íløgur koma við á fíggjarætlanina, er ymiskt hvussu tað í síðsta enda verður raðfest, sigur Marin H. Gaardlykke.

 

Tekningarnar eru lidnar og góðkendar, og armar v.m er bílagt frá lokalum veitara, og arbeiðið er so smátt farið í gongd. Í fyrstu atløgu verða 22 armar gjørdir, og koma hesir at liggja móti bryggjukantinum og liva við flóð og fjøru. Sostatt kunnu upp til 21 bátar liggja við nýggju armarnar. Bátaplássini kunnu smalkast og breiðkast alt eftir støddini á bátunum og tí kann mongdin av bátum hækkast ella fækkast.

 

Umvælingararbeiðið er skipað soleiðis, at um tørvur er á fleiri bátaplássum, so ber til at leggja fleiri armar móti bryggjukantinum á norðursíðuni á bátahylinum, skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.

 

-Tað er í tøkum tíma, at farið verður undir at umvæla bátahylin, tí millum lítið og slett onki er gjørt við bátahylin tey síðstu mongu árini, endar Marin H. Gaardlykke við.

 

##med2##