Bátafiskur vann lutakast um fiskamerkini

Fiskurin, sum bar merkið, ið vann lutakastið, varð merktur 16. september í 2013 - og varð veiddur aftur á vári 2014.

 

Lutakast um 12.500 krónur var hin 17. november millum teirra, sum høvdu latið inn fiskamerkir seinasta árið. Vinnarin gjørdist virkið Bátafiskur á Eiði.

 

Asbjørn Djurhuus, sum er vinstrumegin á myndini, er ein av eigarunum á Bátafiski.

 

Havstovan vísir á, at fiskurin, sum bar merkið, ið vann lutakastið, varð merktur hin 16. september í 2013 eystur úr Nólsoynni - og varð landaður til virkið á vári 2014.

 

- Longdin á fiskinum, sum var 52 sentimetrar, var óbroytt í hesum tíðarskeiði.

 

Lutakastið varð hildið á Føroya Sjósavni á Argjum.

 

- Hóast bert átta fólk vóru til staðar, var hetta ein spennandi løta, og tað var eisini vert at síggja Sjósavnið.

 

Tað var Bjørki Geyti frá Sjósavninum, sum tók tann vinnandi seðilin, og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt.

 

- Vit takka Føroya Sjósavni og ynskja Bátafiski tillukku við vinninginum, sigur Havstovan.