Bartal Gregersen, Stranda skúli

Bartal Gregersen gongur í 10.a í Stranda skúla. Hann gjørdist vinnari í elsta bólkinum í stuttsøgukappingini, sum KT-depilin skipaði fyri.

Hann hevur skrivað onkrar stílar fyrr, sum hava verið eitt sindur langir, men hann hevur ongantíð skriva stuttsøgur fyrr.
- Nei, hetta havi eg ikki roynt fyrr. Vit í okkara flokki hava gjørt stílar fleiri ferðir fyrr, men hetta er fyrstu ferð, eg havi skrivað stuttsøgu, men eg haldi, at hetta var spennandi.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvussu ber tað til, at tú valdi at senda eina stuttsøgu inn?
- Vit skuldu skriva ein krimistíl í skúlanum, og eg haldi, at mín var hampiliga góður, og so gjørdu vit av at senda hann inn til hesa kappingina, og tað gekst jú hampiliga væl.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvaðani fært tú hugskot til ein slíkan krimistíl?
- Eg havi sæð onkran krimifilm í sjónvarpinum, og so havi eg lagt mær nøkur ting í geyma, sum hava gingið aftur í gjøgnum filmarnar. Hesi tingin royndi eg so at hava við í stuttsøguni, sigur Bartal at enda.