Bartal Eliasen takkar fyri seg á landsliðnum

Tí takkar hann fyri seg á landsliðnum.

 

34 ára gamli fuglfirðingurin varð uppringdur dagin fyri, at landsliðið varð kunngjørt.

 

- Kerr spurdi, um eg var tøkur, og hann boðaði mær frá, at eg skuldi við til landsdystin móti Slovenia. Tá hópurin verður kunngjørdur næsta dagin, er mítt navn ikki á listanum. Eg veit væl, at eg eri ikki ungur í fótbóltshøpi, og tað er eingin trupulleiki, um hann hevði valt aðrar fram um meg. Men tá hann boðar mær frá, at eg eri við, hóast eg ikki eri tað, fái eg eina viðferð, sum eg ikki kann liva við. Slíka viðferð kanst tú ikki geva spælarum, sigur Bartal Eliasen, sum hevur familju í Danmark og hevði fyrireikað seg at fara til Slovenia.

 

Brian Kerr sigur, at Bartal Eliasen varð ikki úttikin, men vísir hinvegin á, at hann ringdi til hansara fyri at vita, um miðverjin var tøkur, um boð vóru eftir honum.

 

- Endaligi hópurin var tann, sum FSF kunngjørdi næsta dagin, sigur Brian Kerr. Landsliðsvenjarin hevur alt gott at bera fuglfirðingunum.

 

Bartal Eliasen staðfestir, at hann hevði fingið landsliðsboð við yvirliti yvir ætlanina fyri dagarnar, landsliðið var saman.

 

- Eg skilji væl, um hann heldur, at aðrir vóru betri enn eg. Men tá hann brúkar slíka mannagongd, vil eg ikki hava, at hann ringir til mín aftur, sigur Bartal Eliasen.