Barsilsskipanin skal tillagast og betrast

Fyrst er at gleðast um, at vit í hesum samgonguskeiðinum hava longt barsilstíðina til 52 vikur - tað er sera gott fyri familjuna.

 

 

 

Tað hevur sera stóran týdning fyri barnafamiljurnar, at barsilsskipanin verður meira fleksibul, soleiðis at fólk sjálvi kunnu leggja barsilstíðina til rættis.

 

 

 

Loftið hækkast til 27.000 kr.

 

Loftið á barsilsgjaldinum skal hækkast úr 25.000 kr. til 27.000 kr beinanvegin, og kann so líðandi hækka enn meira. Hettar uppskotið hevði okkara landsstýrismaður borið niðan í Løgtingið.

 

 

 

Meira fleksibilitet við eitt nú tvíburðum

 

Eisini eiga broytingar at gerast, tá talan er um meira enn eitt barn, eitt nú tvíburðar.  Tá er veruliga brúk fyri, at bæði kunnu fara í barsil í senn tað fyrstu tíðina. Tá er gott við fleksiblari skipan, sum tekur hædd fyri tí.

 

 

 

Barsil eftir loknan skúla

 

Eitt annað, sum skal hyggjast eftir, er, hvussu gerast kann í samband við, at  barnsburður er beint aftan á loknan skúla. Sum nú er fæst ongin barsilspeningur í slíkum støðum - grundað á vantandi inntøkugrundarlag.

 

 

 

Hettar er sera óheppið fyri alla familjuna.

 

 

 

Her er ynskiligt, at ein minsta-upphædd kann verða veitt í samband við barsil, antin gjøgnum Barsilsskipanina ella gjøgnum Almannaverkið.

 

 

 

Nógv er gjørt á hesum øki og nógv er, sum enn kann gerast betur, til gagns fyri familjuna, sum er grundarsteinurin í samfelagnum.

 

 

 

Tryggir karmar um familjuna eru við til at skapa trivna, bæði sosialt og fíggjarliga.

 

 

 

Edva Jacobsen

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið