Hvørja ferð tosað verður um barnsburðarfarloyvi, verður so nógv ymiskt drigið inn í málið, at ikki gongur leingi, so missir tú tráðin og veit nóg illa hvat tosað verður um:
hvør skal ansa børnunum
skulu mammurnar passa børnini ella páparnir
er tað gott við vøggustovum og barnagørðum ella er tað bert eitt neyðugt óndi
skulu mammurnar helst vera heimgangangdi ella skulu tær út at arbeiða aftur
skulu mammurnar helst bara arbeiða hálva tíð
skulu páparnir eisini hava niðursetta arbeiðstíð
skulu páparnir eisini í barnsburðarfarloyvi
er tað ov tíðliga at koyra børnini heimanífrá tá tey eru 1/2 ár
karrierukvinnur
hvat er best fyri børnini
hvat er best fyri mammuna
hvat er best fyri familjuna
hvat er best fyri samfelagið
hvør skal rinda
vit mangla ein familjupolitik!
Tú kanst kasta so nógvar bóltar í luftina at ikki ein verður loftaður.
Tað stutta av tí langa áðrenn tosað verður um at leingja nakað barnsburðarfarloyvi er at syrgja fyri at allar kvinnur í Føroyum hava ein minsta rætt til barnsburðarfarloyvi í 6 mánaðar, og tað vil siga at vera burtur úr arbeiði í 6 mánaðar við fullari løn og so vita sær framhaldandi hava sama arbeiðið at venda aftur til.
Henda rætt hava nógvar kvinnur enn ikki fingið, og tað eru tær kvinnur sum arbeiða í handlum, á skrivstovum runt umkring, á klinikkum og í øðrum handverki. Hetta eru ofta smærri arbeiðspláss, hvar saknurin av henni sum fer í farloyvi er stórur. Hetta veit kvinnan og hon veit, at arbeiðsgevarin eisini veit tað.
Kanska kann hon koma aftur áðrenn - um hon finnur ein ordning! Hetta hevði kanska eisini verið tað besta, tí hon fær bert dagpengar 80% av eini arbeiðaraløn, meðan hon gongur heima. Tað hevur hon ikki ráð til. So má barn vera barn og hvør spyr tá, um tað er ov tíðliga at koyra barnið út í vøggustovu áðrenn _.
Avgerandi er at fáa rættlag á hesum, soleiðis at arbeiðsgevarin veit, at ein kvinna í starvi merkir 6 mánaðar barnsburðarfarloyvi og at her er onki at diskutera. Og at kvinnan veit, at hon hevur henda rætt og at arbeiðið hennara er tryggjað henni at hon kann venda aftur til.
Men hvat nyttar alt hetta um hetta kostar kvinnuni eina munandi lønarniðurgongd, dagpengar ístaðin fyri løn. Ella um arbeiðsgevarin risikerar at skula gjalda fulla løn í 6 mánaðar til eina kvinnu, sum ikki er har. Hvussu stórur er áhugin tá at seta kvinnu í starv. Er tað ikki tá lættari við einum manni.
Tað er til hesar kvinnur ein barnsburðargrunnur skal brúkast. Hesin skal gjalda løn til avloysaran og supplera dagpeningagjaldið upp til lønina hjá henni, sum fer í farloyvi.
Allar kvinnur innan starvsmannafelagið og eisini kvinnur á øðrum størri arbeiðsplássum so sum á tryggingum og í peningastovnum hava 6 mánaðar barnsburðarfarloyvi við fullari løn, so tær kvinnur vit her tosa um, og sum enn bert hava 2 mánaðar farloyvi við hálvari løn, og ikki trygd fyri at venda aftur til arbeiðið um tær eru burtur í 6 mðr. við dagpengum eru ikki so nógvar - men tær eru nóg nógvar.
Hesar kvinnur arbeiða flestu av teimum runt umkring á smærri arbeiðsplássum, kanska eru tær limir í S & K. Men S & K hava vit ikki hoyrt nógv til í hesum sambandi. Kanska eru fleiri av kvinnunum er ikki organiseraðar. So mikið størri er tørvurin at tryggja hesi rættindum við lóg. Hetta kann gerast t.d. við einum ískoyti í javnstøðulógina.
Herumframt eru tær tímaløntu kvinnurnar. Hesar hava ofta eitt leysari tilknýti til arbeiðsplássið og hava ofta onga avtalu um barnsburðarfarloyvi. Tær fara tí úr arbeiðinum tá tær skulu eiga, fáa dagpening í upp til 6 mánaðar og koma so kanska aftur í arbeiðið. Eisini hesar kvinnur gjalda sostatt einsamallar fyri barnsburðin. Her liggur ein týðandi uppgáva hjá t.d. Føroya Arbeiðarafelag at taka sær av fyri sínar kvinnuligi limir.
Tað kann ikki vera so vorðið í hesum samfelag at bert tey sum rópa allarharðast verða hoyrd. Politikkararnir eiga at vera vitandi um hesa støðuna hjá kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum, einum arbeiðsmarknaði sum hevur brúk fyri kvinnunum sum arbeiðsmegi, men sum ikki av sínum eintingum syrgir fyri at korini eisini eru fyri kvinnur sum eiga børn.