Felags fyri bólkarnar er, at teir stórt sæð eru mannaðir við kvinnum, og sum eru byrjaðar í sínari tíð sum eitt ‘kall’, ein tænasta, sum tá var ólønt hjálpararbeiði. Seinni er tað so góðkent sum lønt arbeiði, tó á lágum lønarstøði í mun til ábyrgdina. Nú er tíðin komin til at seta fokus á umsorganar- og røktararbeiði, at hækkað virði á teimum starvsfólkabólkunum. Fyri at taka mín fakbólk: Hugsa tær. Funnið er fram til, at tvey tey fyrstu árini av lívinum hjá einum barnið eru tey virðismiklastu. Tá leggur tú lunnar undir menningina fyri restina av lívinum (vøggustovan), Síðani skulu børnini gerast sjálvstøðug (lata seg í og úr, eta/matgera, mennast kropsliga úti og inni, klára seg í ferðsluni, sosialiserast, o.s.fr.), so tey eru klár til skúlan (barnagarðurin). Í dagsins samfelag, har flestu foreldur eru útiarbeiðandi, eru krøvini rættiliga høg til stovnarnar, tí næstan øll børnini eru á dagstovni í dag og fleiri av teimum teir flestu tímarnar á degnum. Hetta hevur við sær, at uppgávurnar hjá námsfrøðinginum eru rættiliga fjølbroyttar og ábyrgdarfullar. Tað er jú ikki títt egna barn tú hevur, men børn hjá øðrum. Hetta krevur eina vitan um barnið sum heild, bæði kropsliga og sinnisliga - og royndir.
Ein uppgáva, sum í størri mun er løgd út á stovnarnar, er eygleiðing, við tí fyri eyga at síggja tíðliga, um barninum tørvar serhjálp.
Uppgávurnar hjá námsfrøðinginum eru ikki vinnuligar, t.v.s. tú kanst ikki gera arbeiði upp í pengum, men staðfestast má, at hetta er ein investering í framtíðina, tí børnini eru framtíðin. Tí eigur námsfrøðiútbúgvingin eins og útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing og lærara, at hækkast á universitetsstig og lønin hækkast hareftir!
Tí eitt er vist, virðismetir tú starvsfólkini, sum tey hava uppiborið, vil tað eisini vísa seg aftur í arbeiðsgleði og nøgdsemi, sum so aftur kemur børnunum (og foreldrunum) og framtíðini til góðar!