5 afturvendir synir verða at síggja í HB ella KÍ-búnanum í Gundadali í kvøld. Steypadysturin millum HB og KÍ á ovara vølli í Gundadali, byrjar kl. 18. HB hevur fingið 4 av sínum uppaldu spælarum heim aftur til felagið. Talan er um Rók av Fløtum Jespersen, sum er komin úr FC Amager, Jóhan Eivind Mouritsen úr TB, Svenn F. Jacobsen úr B36 og Christian Mouritsen úr Manchester City. Rógvi Jacobsen, sum hevur vunnið nógv við HB, hevur nú leitað sær aftur til barndómsfelagið KÍ. Rógvi hevur roynt eydnuna í næstbestu norsku fótbóltsdeildini seinasta hálva kappingarárið. Hetta var við felagnum Hødd. Spennandi verður hjá HB og KÍ-viðhaldsfólkunum at síggja hesar 5 royna seg í steypadystinum í kvøld. Tó, at allir byrja neyvan inni. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at Jens Martin Knudsen verjir málið hjá KÍ í kvøld.










