Barnaverndarstovnan finst at Rósu Samuelsen

Kommunuskipan landsins og Føroya Kommunufelag finnast at, at Rósa Samuelsen hevur funnist at Barnaverndarstovuni, at stovan hevur úttalað seg um at flyta børn og ung niðan í Mjørkadal Í skrivi minna feløgini vegna Barnaverndarstovu Føroya á, at Barnaverndarstovan verður fult og heilt fíggjað av kommununum, sum eisini hava fulla ábyrgd á barnaverndarøkinum gjøgnum barnaverndartænasturnar og at tað er álagt Barnaverndarstovuni at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum.

- Hetta er ikki uttan orsøk, tí tað er nevniliga Barnaverndarstovan saman við barnaverndartænastunum kring landið, sum hava fakliga kunnleikan til tørvin hjá hvørjum einstøkum barni í skipanini. Landsstýrið hevur sambært lóg skyldu til at veita stovnstilboð, og tí er sjálvsagt, at landsstýrið eisini hevur tørv á ráðgeving frá fakliga kunnleikanum um ítøkiligu stovnstilboðini, fyriskipanir við meira. Alt annað er at arbeiða í blindum, siga kommunufeløgini vegna Barnaverndarstovuna.

Síðani Rósa Samuelsen gjørdist landsstýriskvinna, eru stórar og grundleggjandi broytingar framdar á stovnsøkinum børn og ung. Stovnarnir innan barnavernd og brek er nú eitt stovnsøkið. Stovnar og tilboð eru niðurløgd. Harumframt er alt málsøkið flutt frá Almannastovuni til Nærverk at umsita.

- Á ongan hátt vórðu kommunurnar, barnaverndartænasturnar ella Barnaverndarstovan tikin við upp á ráð, tá landsstýriskvinnan tók hesar avgerðir, men vórðu bert kunnað um ætlanina at samskipa økið børn og ung, siga feløgini, og leggja afturat, at úrslitið er ruðuleiki og ótryggleiki, ið kommunurnar hvørki politiskt ella fakliga longur kunnu góðtaka.

- Í Kringvarpstíðindunum metti landsstýriskvinnan seg nú hava trupult við at fáa ráðgeving frá Barnaverndarstovuni og harvið eisini barnaverndartænastunum vísandi til, at hesi fakliga høvdu mælt frá Mjørkadalsætlanini á fyriliggjandi grundarlagi, og at hetta var vorðið alment.

Vit, sum varða av barnaverndarøkinum, kunnu ikki noyða landsstýriskvinnuna at lurta eftir ráðgeving, tíansheldur at virka eftir ráðgevingini. Men vit kunnu tó staðfesta, at landsstýrið ikki røkir sínar skyldur, tá ið stovnstilboðini antin mangla ella als ikki samsvara við tørvin, siga feløgini.

Og víðari siga tey:

- Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag fara við hesum staðiliga at heita á landsstýriskvinnuna um at leggja á annan bógv, og taka Barnaverndarstovuna og barnaverndartænasturnar við í arbeiðið at tillaga og skipa stovnstilboðini, ið tørvur er á. Hetta er einasta trygd fyri, at politisku avgerðirnar hjá landsstýriskvinnuni hava nøktandi fakligt grundarlag.

- Uttan mun til, um fakligu tilmælini ikki eru í samsvari við politisku ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni, so hava vit fakliga og politiska skyldu til at taka støðið í tørvinum hjá tí einstaka barninum, siga kommunufeløgini vegna Barnaverndarstovu Føroya.

Rósa Samuelsen harmaðist í Kringvarpinum í gjárkvøldið, at Barnaverndarstovan nú skal mótmæla, eftir ein avgerð, har Barnaverndarstovan hevur verið ráðgevandi myndugleiki, er tikin.