Barnatrúgvin er grundarlagið hjá M.C.

M.C. Restorff, sum er aktuellur við nýggjari útgávu, sigur, at hansara tónleikur hevur altíð verið grundaður á eina einfalda barnatrúgv.

 

Í samkomunum hava øll hava ikki altíð verið so glað fyri tann heldur popputa gospeltónleikin, sum M.C. spældi, og tað hoyrdi hann mangan fyri.

 

- Eg var ikki altíð so væl móttikin millum tey etableraðu í samkomuni, tá ið eg kom við mínum gittara, sigur M.C. Restorff.

 

- Mær hevur altíð dámt væl at syngja sálmar, men eg legði teir til viks eitt tíðarskeið fyri at spæla eitt annað slag av tónleiki. Men líkamikið, um eg havi sungið sálmar ella meira modernaðar sangir, so er alt grundað á eina einfalda barnatrúgv, og tað er tað framvegis, sigur hann.

 

Um vikuskiftið er nýggja fløgan hjá M.C. Restorff komin út. Fløgan kallast Sanganna Veingir, og hon kemur út 14 ár eftir, at M.C. seinasta gav fløgu út – og 41 ár eftir, at fyrsta plátan hjá M.C. og hansara fólki kom út í 1971.

 

Á nýggju útgávuni hevur M.C. fleiri gestasangarar við – eitt nú Finn Koba, Joen Magnus Danielsen og Jenny Old. Hans Poulsen hevur framleitt tónleikin, og beiggi hansara, Óli Poulsen, hevur ljóðblandað og mastrað.

 

Fløgan er nú at fáa í høvuðsstaðnum, og fyrst í komandi viku er hon eisini komin í sølubúðir kring landið.