Barnatiltak í gongugøtuni

Býráðið í Havn skipar fyri nógvum tiltøkum í samband við umhvørvisvikuna. Í gjár var eitt barnatiltak á gongugøtuni, har ið Meyla og Knøttur undirhildu á "Speakers corner"

Heilt fitt av fólki var savnað saman á gongugøtuni í Havn at hyggja eftir "showinum" hjá Meylu og Knøtti. Tað var heldur ráligt í veðrinum, men tað helt ikki fólki aftur. Ymiskir básar vóru í økinum, har ið møguleiki var at keypa vistfrøðiligar matvørur.

Børnini sótu fremst og livdu seg inn í sjónleikin hjá Meylu og Knøtti. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður varð tikin upp at hjálpa teimum. Henda partin av framførsluni hildu fólk vera serliga stuttligan. Jacob skuldi kappast við tvey børn í einari spurnarkapping, men hóast ein skuldi væntað, at Jacob fór at vita nógv betri, so vunnu børnini so syngjandi. Børnini svaraðu øllum spurningunum rætt, meðan Jacob Vestergaard ikki fekk ein rættan. Men tað skal eisini sigast, at Jacob Vestergaard fekk eitt sindur torførari spurningar. Til dømis: "Hvussu nógvar hestakreftir hava býbussarnir?" og "Hvussu nógv trø eru í viðalundini?".

Eftir hetta skuldi Jacob uppá "Speakers corner" at halda eina røðu uppá 30 sekund. Hann skuldi ímynda sær, at hann var eitt ruskílæt og tosa útfrá tí. Hesum kom Jacob heilt væl frá. Eftir at Meyla og Knøttur høvdu sungið umhvørvissangin, var framførslan liðug. Fleiri tiltøk verða á gongugøtuni í vikuskiftinum í samband við umhvørvisvikuna. Meira kann síggjast á www.torshavn.fo.