Sangfuglurin í Fuglafirði. Róliga og kula Ra-kul. Og so ikki at gloyma Beinir, júst heimkomin úr Spania og so beina kósa í Spaniustovu. Hvat meira til eyguni og oyruni kunnu børn og barnsligar sálir ynskja sær, nú bert fáir dagar eru eftir til jólaftan?
- Tað verður heilt víst hugnaligt, festligt og jólaligt. Tað tori eg at lova, sigur Annika A. Biskopstø, sum bjóðar børnum og vaksnum til hugnaliga familjukonsert í fínustovu í Jólabýnum.
Jólaynskini og gávurnar eru so mangar hesa tíðina, og at sleppa at uppliva tríggjar skínandi barnastjørnur, Mariu á Lakjuni, Beinir Troest Rasmussen og Rakul Ró Steintórsdóttir við góðum tónleikarum afturat sær, ja tá verður tað ikki nógv kulari ella jólaligari.
Konsertin verður í Spaniustovu fríggjakvøldið klokkan 19.30. Tað er avmarkað við plássi og atgongumerkini, sum kostar 60 krónur, verða seld fríggjadagin frá klokkan 15 í Jólabýnum – ella kunnu bíleggjast á telefon 219011