Barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið, kommunan ætlar ikki at læna pening í 2018, skuldin er komin niður á 64% av einari álíkning og skattaprosentið stendur í stað. Hetta er partur av tí, sum Runavíkar býráð hevur samtykt, nú onnur og endalig viðgerð var av fíggjarætlanini fyri árið 2018 - á býráðsfundinum í kvøld. Eitt samfelt býráð tók undir við fíggjarætlanini fyri næsta fíggjarár.
Táið tað snýr seg um stórar íløgur, er kommunan í ferð við at byggja nýggja bryggju undir Høgabóli í Saltangará. Táið alt er liðugt hevur hon kostað Runavíkar kommunu/havn báðumegin við 45 milliónir krónur. Hon verður liðug tíðliga í árinum sum kemur, og arbeiðið hevur gingið væl betri enn væntað og ætlað. Fyrireikingar eru byrjaðar til at fremja næstu stóru íløguna, sum kann verða ein svimjingarhøll. Enn er hon bara í umbúna, men verður politiska stigið tikið, væntast hon at vera liðug og kunna takast í nýtslu í 2020/2021. Spillivatnsætlanin heldur fram við árligari játtan, hagartil komið er á mál í øllum 15 bygdunum í kommununi. Nýggju FIFA-krøvini til ljós við fótbóltsvallirnar er lutfalsliga stór íløga, og ætlanin er at fáa hesi til vega í Runavík í 2017 og á Skála í 2018, og onnur nýggj íløga er, at ein lutfalsliga trivalig upphædd nú verður sett av til at fara undir at skipa ungdóms- og aktivitetshús í kommununi.
Eitt meginmál hjá Runavíkar kommunu er at fáa til vega grundøki. Virkað verður av øllum alvi við hesum. Grundøkir eru longu til sølu í flestu bygdum, men farið verður nú í gongd við at fremja útstykkingar omanfyri Blikagøtu í Saltangará/Runavík, har rúm verður fyri áleið 85 búeindum, og sunnanfyri Hórheiðar á Skála verður eisini farið at stykkja út í næstum, har verður rúm fyri áleið 12 búeindum. Umframt hetta er útstykkingin av 13 grundøkjum ímillum Norðurhædd og Hjallaveg í Saltangará júst liðug, og hesi verða nú seld.
Fíggjarkarmurin er 203.500.000 krónur.
Roknað verður við, at inntøkurnar av persónsskatti verða 148.500.000 krónur. Av felagsskatti 23.000.000 krónur og av eftirlønarskatti 32.000.000 krónur.
Roknað verður við, at raksturin kostar 148.850.000 krónur. At fíggjarkostnaðurin verður 13.500.000 krónur og at íløgur verða gjørdar fyri 41.150.000 krónur.
Býráðið hevur valt at reka kommununa í 2018 innanvert eginfíggingina soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í 2018. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, men kommunan ætlar heldur ikki at læna til íløgur í árinum sum kemur.
Raksturin verður skipaður soleiðis:
Kommunal fyrisiting: 14.727.000 krónur
Almannamál (eldraøkið incl.): 54.816.000 krónur
Børn og ung: 30.028.000 krónur
Undirvísing: 13.987.000 krónur
Mentamál: 11.104.000 krónur
Teknisk mál: 16.975.000 krónur
Kommunal virki: 6.863.000 krónur
Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 5.000.000 krónur í yvirskoti fyri árið 2018.
Íløgur, 41.150.000 krónur, eru samtyktar at verða framdar soleiðis í 2018:
Bryggjan undir Høgabóli/keyp av gróti:16.000.000 krónur
Heilsudepilin í Runavík: 305.000 krónur
Svimjingarhøll: 1.800.000 krónur
Stadionljós á Skála: 1.800.000 krónur
Gøtan um Innara (Tofta)Vatn: 150.000 krónur
Kráargil: 800.000 krónur
Spillivatn (Søldarfjørður og Saltangará): 4.000.000 krónur
Skýlið við Løkin: 500.000 krónur
Sparkivøllur á Skála: 500.000 krónur
Kirkjugarðar: 1.000.000 krónur
Søgan um Runavíkar kommunu: 410.000 krónur
Ungdómshús- og aktivitetshús: 800.000 krónur
Vatn í Æðuvík: 900.000 krónur
Skákið og Lítlagøta á Skála: 700.000 krónur
Økið omanfyri gamla skúla í Oyndarfirði: 150.000 krónur
Fjøruvegurin: 700.000 krónur
Bátahylurin Niðri við Støð á Glyvrum: 200.000 krónur
Leitisvegur: 235.000 krónur
Parkeringsøki á Skála: 235.000 krónur
Økið kring um vøllin í Runavík: 300.000 krónur
Útstykkingar (+/-): 6.800.000 krónur
KT-íløga í skúlunum: 500.000 krónur
Kumlá 65.000 krónur
Vatnleiðing Heiðavegur: 800.000 krónur
Miðbýarætlan: 400.000 krónur
Umvælingar BA-stovnar: 1.100.000 krónur