- Eg eri nøgdur við gongdina higartil.
Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, fekk tað burtur úr, sum hann vildi, tá ið hann kom sum ketta upp úr høvdatrogi ein dagin og kunngjørdi, at hann vildi ikki taka undir við privatu tunnilsætlanini hjá Kára P. Højgaard.
Tað sendi ein sannan skelk ígjøgnum samgonguna og úrslitið var, at samgongan steðgði á og hevur síðani viðgjørt spurningin av nýggjum.
- Eg fekk tað, eg ætlaði og tað var, at nú hevur samgongan givið sær ta neyðugu tíðina at lýsa málið bágreiniliga og at kanna teir allar møguleikar, og tað brynjar okkum til at taka ta skilabestu loysnina.
- Men enn er ongin niðurstøða, tí nú skal samgongan taka støðu til, hvussu málið skal loysast.
Hinvegin er tað púra greitt, at privata tunnilsætlanin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, er deyð og jarðað.
- Talan verður allarhelst um eitt alment partafelag, sum fer at gera Eysturoyartunnilin, ella verður talan um eitt partafelag, har tað almenna og privat ganga saman um at gera hann.
- Tað fer hendan næsta tíðin at vísa, sigur Bárður Nielsen.
Sandoyartunnilin er eisini við í ætlanini hjá samgonguni og tað, sum liggur í kortinum í tí sambandinum, er, at forkanningarnar verða gjørdar lidnar beinanvegin.
- Tá fáa vit eina neyvari meting av, hvat tunnilin kostar og so taka vit tað haðani.
Bárður Nielsen leggur dent á, at hendan tunnilsætlanin hjá samgonguni umfatar bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
- Spurningurin um báðar tunlarnar skal loysast í hesum umfari, leggur hann afturat.
Men hann ásannar, at samfelagið tolir ikki at báðir verða gjørdir ísenn.
Hóast endalig støða ikki er tikin, heldur hann, at tað, sum liggur fremst í huga, er at gera Eysturoyartunnilin fyrst.