Barcelona vann aftur á Real Madrid

Við málið tveir minuttir fyri tíð, avgjørdi Lionel Messi sponsku Super Copa til fyrimuns fyri Barcelona móti arvafíggindanum Real Madrid. Cesc Fabregas kom á vøllin fyri fyrstu ferð fyri Barcelona.

 

Dysturin var bara eitt korter gamal, tá Barcelona vísti fótbólt á høgum stigi. Lionel Messi sendi Andres Iniesta avstað við góðari avlevering og so var heimaliðið á odda. Bara fimm minuttir seinni javnaði Cristiano Ronaldo. Karim Benzema sendi bóltin innfyri og har kundi Ronaldo prika bóltin í málið.

 

Beint fyri hálvleik legði Lionel Messi Barcelona á odda eftir deyðbólt. Bólturin endaði hjá Gerard Pique, ið avleveraði við hælinum til Lionel Messi í brotsteiginum. Bóltsnillingurin úr Argentina rak framvið verjuni hjá Real Madrid og skoraði.

 

Í seinna hálvleiki trýsti Real Madrid fyri at fáa útjavnandi málið og átta minuttir fyri tíð bragdaði. Eftir horna endaði bólturin fyri føturnar á Karim Benzema, sum tætt undir málinum skoraði.

 

Avgerandi løtan kom tríggjar minuttir fyri tíð. Innskiftu Cesc Fabregas og Adriano, spældu saman við Lionel Messi, sum prikaði innleggið frá tí seinna í mál. Dysturin var eins og vanligt er eftir hondini, merktur av hørðum spæli og filming.

 

Dysturin endaði við Marcelo flensaði Cesc Fabregas um koll og fekk beinleiðis reytt kort. Eisini Mesut Ozil fekk reytt saman við einum triðja leikara, men tað er ógreitt hvør hann var. Sjónvarpsmyndirnar vístu eisini Jose Mourinho, Real Madrid venjara, klípa ein av venjarunum hjá Barcelona.

 

Super Copa er ein uppgerð millum sponsku meistararnar og steypavinnarnar.

 

Super Copa:

 

Barcelona – Real Madrid 3-2(2-1)

1-0 Andres Iniesta, 15

1-1 Cristiano Ronaldo, 20

2-1 Lionel Messi, 45

2-2 Karim Benzema, 82

3-2 Lionel Messi, 88

Barcelona vinnur samanlagt 5-4