Barcelona hevur risastóra skuld

Katalanska stórfelagið, hevur seinastu árini brúkt rættiliga nógvar pengar

Barcelona hevur aftur í summar brúkt eina rúgvu av pengum, og standa tískyld í skuld. Í gjár var kunngjørt at Antoine Griezmann hevur skift til Barcelona, fyri heilar 887 milliónir krónir, og í dag er nógv tos um at skuldin hjá Barcelona er vorðin alt ov høg. Barcelona skilda næstan sjey milliardir krónir.

Ikki er óvanligt at feløg skylda nógvar pengar, men sjey milliardir er óvanliga nógv. Barcelona hevur fyrr fingið forboð at keypa leikarar, og um spanska meistarafelagið skal sleppa undan skuldini, mugu nakrir leikarir helst seljast.

Barcelona skylda millum annað enska stórfelagnum Liverpool 700 milliónir krónir, tað eru pengar fyri brasilianska miðvallaran Phillipe Coutinho, ið teir møguliga mugu selja, fyri at betra um fíggjarligu støðuna.

Umframt alla skuldina hevur Barcelona ætlanir um at útbyggja Camp Nou. Hetta fer eftir øllum at døma at kosta spanska meistaranum yvir fýra milliardir krónir.

Enn er ikki greitt um skuldin fer at fáa avleiðingar fyri Barcelona.