Tær báðar fyrru hálvfinalurnar í UEFA Champions-League vórðu spældar ávíkavist týs- og mikukvøldið.
Týskvøldið vitjaði Barcelona á San Siro í Milano, og her eydnaðist gestunum at fara avstað við einum 1-0 sigri. Málið fingu teir tíðliga í seinna hálvleiki, tá Giuly hamraði eina sending frá Ronaldinho í kassan. Men tað er einki at taka seg aftur í, at tey í Milan mundu iðra seg. Fram til málið sat heimaliðið á øllum, og serliga Gilardino mundi iðra seg um misnýttar møguleikar.
Í gjárkvøldi hevði Arsenal heimavøll móti spanska Villareal, og her eydnaðist ensku kanónunum at tryggja sær eitt gott útgangsstøði við einum 1-0 sigri. Málilð hjá Arsenal skeyt Kolo Touré stutt undan steðginum.
Seinnu hálvfinalurnar verða spælari í komandi viku.