Aftur hesaferð tóku allir Ársins Songrødd-luttakararnir bæði áskoðarar og
dómarapanelið á bóli
Fimm luttakarar vóru á pallinum í Seglloftinum á Tvøroyri um vikuskiftið.
Tey, sum komu víðari til finaluni, sum verður 2. mai í høllini á Kambsdali, vóru Barbara Jacobsen og John Holm.
Næstseinasta umfarið verður í Eclipse 18 apríl. At umfarið verður í Havn og ikki
í Høllini á Giljanesi er orsakað av, eingin hevur teknað seg til í Vágunum. Og av tí at tað eru nógvir luttakarar úr Havn, er hendan avgerðin sambært fyriskiparunum nú tikin. Sostatt verður tað Eclipse sum verður karmur um Ársins Songrødd.