Barbara í Gongini fær altjóða herðaklapp

Føroyski sniðgevarin, Barbara í Gongini, er ein av teimum, sum eru vald at umboða norðurlendskan móta á tveimum altjóða framsýningum, har evnini eru list og mótalist.

 

Tað skrivar Fashionforum.

 

Talan er um framsýningina, Moba, í Niðurlondum og um eina framsýning, ið nevnist, “Outer Dark Continuing after Fashion” í Frankfurt.

 

Barbara í Gongini sigur við Fashionforum, at hon er errin av at verða vald at umboða norðurlendskan móta á tveimum so stórum framsýningum.

 

- Hetta eru tær mest háfloygdu og markbrótandi mótaframsýningarnar, sum eru og tí fegnast vit um at fáa høvi til at geva okkara norðurlendska ískoyti, sigur hon.

 

Hon tekur tað eisini sum eitt herðaklapp og sigur, at hetta vísir, at harða arbeiðið at taka dystin upp við tey heilt stóru merkini, ber frukt og verður viðurkent.

 

Myndina er frá Barbaru í Gongini.