- Eitt føroyskt línuskip fiskar í íslendskum sjógvi, men teir eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ivasamt, um skipið kemur heim at landa hesa vikuna.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at bert tvey línuskip eru undir Føroyum í løtuni. Annað fiskar mest longu, og hitt fær mest av toski og svartkalva.
- Helst koma línuskipini, sum fiska undir Føroyum, inn at landa siðst í næstu viku. Væntandi er eisini, at fleiri línuskip fara aftur til fiskiskap ein av komandi døgunum.
Trý føroysk línuskip fiska í grønlendskum sjógvi í løtuni.
Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður góður, men sambært veðurútlitunum verður veðrið helst umskiftandi, og fyrst í næstu viku verður nakað av vindi.
- Sum næsta vika gongur, eru veðurútlitini betri, og tí vænta vit, at nakað verður av útróðri, men enn er fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum vánaligur, verður lagt aftrat.









