Bara Liverpool kiksaði av teimum ensku

Liverpool var einasta enska felagið, sum ikki fekk fulla úrtøku í fyrsta umfarinum av Champions League kappingini

Í gjárkvøldið byrjaði bólkaspælið í Champions League kappingini, og aftur í kvøld vóru fleiri dystir spældir.

 

Á skránni í kvøld var stóri dysturin á Anfield, har Liverpool tók ímóti spanska liðnum, Sevilla. Hóast Liverpool undan dystinum var favorittur, eydnaðist tað Sevilla at fáa stig við sær úr Liverpool, tí dysturin endaði við 2-2 javnleiki.

 

Liverpool var annars greitt omaná leikliga stóran part av dystinum, har tað serliga var stórur munur á í fyrra hálvleiki. Hóast tað, var tað Sevilla sum fyrst legði seg á odda í dystinum, tá Wissan Ben Yedder legði Sevilla á odda, eftir eitt verjukiks frá Dejan Lovren.  Tó svaraði Liverpool skjótt aftur, og í hálvleikinum var Liverpool á odda 2-1 við málum frá Roberto Firmino og Mohamed Salah.

 

Liverpool hevði eisini risa møguleika til at økja til 3-1, tá Liverpool seint í fyrra hálvleiki fekk brotsspark. Men Roberto Firmino misnýtti brotssparkið. Í seinna hálvleiki kom Sevilla tó nógv betur við í dystin, og 18 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað eisini teimum at javna, tá Joaquin Correa javnaði til 2-2 sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

Av øðrum dystum vunnu verandi Champions League meistararnir úr Real Madrid sannførandi 3-0 sigur á heimavølli móti Apoel Nicosia, umframt at Manchester City og Tottenham vunnu móti ávikavist Feyenoord og Dortmund. Sostatt var tað bert Liverpool av teimum ensku liðunum, sum ikki megnaði at fáa fulla úrtøku burturúr fyrsta umfarinum.

 

Úrslitini í Champions League í kvøld:

 

Bólkur E:

Liverpool – Sevilla 2-2

Maribor – Spartak Moskva 1-1

 

Bólkur F:

Feyenoord – Manchester City 0-4

Shaktar Donetsk – Napoli 2-1

 

Bólkur G:

Porto – Besiktas 1-3

RB Leipzig – Monaco 1-1

 

Bólkur H:

Real Madrid – Apoel Nicosia 3-0

Tottenham – Dortmund 3-1