Jónas fekk javnleik – FH meistari
Jónas Tór Næs spældi allan dystin á høgra bakki, tá Valur spældi 1-1 móti ÍA. Valur kom á odda bara fimm minuttir fyri tíð, meðan eydnaðist ÍA at javna áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Hóast tað mangla trý umfør, so er longu greitt, at FH er íslendskur meitari 2012. Teir hava ellivu stig fleiri enn ÍBV á øðrum plássi. Valur hevur 25 stig á níggjunda plássi. Tað er tólv lið í Pepsi deildini.
Jóan Símun fekk 10 minuttir í tapi
FC Fredericia tapti fríggjadagin fyri Hobro í donsku 1.deild. Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, fekk teir seinastu tíggju minuttirnar av illa spælda dystinum.
FC Fredericia er komið væl frá byrjan og stríðist í oddinum næstbestu donsku deildini, men fríggjadagin mistu teir annað plássið til Hobro, sum var á vitjan. Úrslitið gjørdist ein 1-0 sigur til gestirnar. Talan var um ein illa spældan dyst, sum helst skuldi verið endaður málleysur. Tað hevði hann eisini um málverjin hjá FC Fredericia ikki gjørdi eitt dropp.
Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin aftaná 79 minuttir. FC Fredericia hevur 14 stig á triðja plássi, meðan Lyngby hevur 19 stig á fyrsta plássi.
Jóan Símun skal í dag spæla við eykaliðnum hjá FC Fredericia móti Esbjerg.
Ongin Finnur
Finnur Justinussen sat á bonkinum allan dystin, tá Jønkøping Sødra IF vann 2-0 á Trelleborgs FF í næstbestu svensku deildini. Jesper Svensson og Dustin Corea skoraðu málini. Jønkøping Sødra liggur nummar átta av 16 við 29 stigum.
11 minuttir til Christian Lamhauge Holst
Føroyski landsliðsleikarin mátti takka fyri seg longu aftaná 11 minuttir í dystinum fyri Silkeborg móti SønderjyskE. Lamhauge maðurin byrjaði hesa ferð í álopinum, men tíverri mátti hann út við skaða í rygginum aftaná bara ellivu minuttum.
Silkeborg vann dystin 2-0, men liggur framvegis undir niðurflytinginarstrikuni við sjey stigum. Tað er tað sama sum Brøndby, sum spældi 2-2 móti Horsens. René Shaki Joensen hevur ein minni skaða og er ikki við Brøndby.