Bara fýra prosent tippaðu ein sigur til KÍ

Við 3-0 sigrinum á Ferancvaros gjørdi KÍ sítt til, at eingin fekk 13 røtt í Tips 13 veddingini í kvøld

Av teimum 13 dystunum, ið vóru á Tips 13 veddingarseðilinum hjá Danske Spil í kvøld var dysturin millum Ferancvaros og KÍ tann ovasti.

 

Millum tey sum tippaðu Tips 13 kring kongaríkið í kvøld vóru tað bert fýra prosent, ið tippaðu, at KÍ fór at vinna dystin. 

 

Heili 86 prosent høvdu tippað, at Ferancvaros fór at vinna, og 10 prosent høvdu tippað javnleik eftir vanliga leiktíð.

 

##med2##

 

Skelkurin sum KÍ stóð fyri í Budapest í kvøld gjørdi sítt til, at eingin í kongaríkinum megnaði at hava 13 rættar á veddingarseðilinum, og fara pengarnir í ovastu premiupuljuni tí víðari til komandi spæl.