TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina, sum varð á Rás2 millum klokkan 16 og 17, har André Olsen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið.
Tróndur og André viðgjørdu 3 evni :
1) Nomineringarnar til ársins spælarar og venjarar hjá monnum. Tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu í Havn, sunnukvøldið klokkan 19, og verður sent beinleiðis á Rás2.
2) Avrikið hjá teimum ymisku ketunum á liðnum hjá B36, umframt avrikið hjá venjaranum, Eyðuni Klakstein.
3) André og Tróndur tippaðu dystirnar (1X2), sum eru í seinasta umfarinum í effodeildini.