Banna øllum útróðri við línu innanfyri tríggjar fjórðingar

Nú verður allur vinnuligur útróður við línu bannaður innanfyri tríggjar fjórðingar. Samstundis verður ein leið eystur úr Fugloynni friðað fyri allari veiðu fyri at verja uppvakstrarøkið hjá toski.

Tað er endamálið við einum uppskoti, sum Johan Dahl, landsstýrsmaður í fiskivinnumálum, legði fyri Løgtingið í gjárkvøldið.

Hetta er eitt lið í politisku semjuni ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn og endamálið er at verja toskin á landgrunninum og at friða smáfiskaleiðir.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at seinastu tíðina er ov nógvur smáfiskur fiskaður.

Samstundis hevur Havstovan víst á, at stovnurin av toski á landgrunninum er søguliga illa fyri og hevur mælt til, at tiltøk verða sett í verk fyri at verja toskin.

Eisini Føroya Reiðarafelag hevur alment mælt myndugleikunum til at friða smáfisk.

Í hesum sambandi er eisini ætlanin at geva landsstýrismanninum serliga heimild at seta í gildi friðingar á ávísum økjum innan fyri 12 fjórðingar, so leingi lívfrøðiligar metingar vísa, at toskagýtingarstovnurin er undir lívfrøðiliga burðardygga markið.

Landsstýrismaðurin ásannar, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri útróðrarflotan og fer at gera inntøkumøguleikarnir hjá pørtum av fiskiflotanum verri, tí fiskileiðir verða stongdar.

Mett verður tó, at uppskotið í longdini kann føra við sær meirinntøkur hjá fiskiflotanum, tí at ætlaðu broytingarnar fara at gera, at fiskastovnarnir verða betri fyri.