Bankin

FYRI 6 árum síðani høvdu vit tríggjar bankar og tríggjar álvarsamar bankastjórar, ið kappaðust um at siga landsstýrinum og Føroya fólki, hvussu illa tað stóð til. Í dag hava vit ein banka og smílandi bankastjórar, ið kappast um at siga okkum, hvussu væl tað sendur til.

NÓGV er broytt og vísir hetta, at tær avgerðir, ið javnaðarlandsstýrið tók undir bankakreppuni, vórðu rættar.


BANKAKREPPUR hava sín mekanikk, og tað kann verða eitt sindur torført at greiða frá, hví tú ger, sum tú ger, meðan tingini henda. Bert eftirtíðin kann prógva, um tú gjørdi rætt.


Í januar-februar 1993 varð greitt, at kreppan kom at enda við einum stórum banka. Fyri at hesin skuldi verða føroyskur, bleiv bankasamanleggingin framd. Eisini varð greitt, at um hesin skuldi hava álit, so mátti bankin hava kapital - nógvan kapital.


Aftaná á sumri í 1993 at hava niðurmett allar møguligar trygdir m.a. sethús, var so grundarlag fyri at lata bankan fáa endaligu og seinastu ?innspræningina? uppá 1,3 mia. kr.


EINGIN, sum varaði av kreppuni, var í iva um, at tað tá var rætt at geva eina ?yvirsdosis? av peningi, so friður bleiv um bankan. Eingin var heldur í iva um, at bankin reelt fekk eina mia. ov nógv. Hetta hevur, sum árini hava gingið, víst seg at verið so. Stórur partur - onkuntíð tann størsti parturin av yvirskotinum - hevur verið afturførdar avsetingar ímóti tapi, sum tað so fínt eitur. Stórur partur av hesum pengum er síðani inntøkuførdur í landskassaroknskapinum. Hetta er bókstaviliga talað ?lånte fjer? - nevniliga læntar úr danska statskassanum í 1993.


TAÐ sær út til, at løgtingið vil hava, at mannagongdin skal vera so, men sker so ikki tann veruleikan burtur, at ein munandi partur av landskassayvirskotinum er læntur úr Danmark í 1993. Læntur við tí eina endamáli at seta í bankan.


ANNARS eigur javnaðarflokkurin at fegnast um - hóast politiskt dýrkeypt - at tað eydnaðist at varðveita bankaskipanina á føroyskum hondum, og at skipanin aftaná kom so skjótt og væl fyri seg, ikki minst takkað verið dugnaligum starvsfólkum, ið har virka.