Bankarnir hava víst á vandan

Jørn Astrup Hansen heldur tað vera nógv fyri, at peningastovnarnir nú fáa skyldina fyri, at skipanin við rentustuðli er vorðin torfør at umsita og ábendingar eru um misnýtslu

BÙSKAPUR

Í seinastu hevur tað í fjølmiðlunum verið varpað ljós á spurningin um skipanina við bruttoskattalógini. Peningastovnarnir eru vorðnir kritiseraðir fyri teirra leiklut, har funnist serliga verður at tí, at bankarnir ikki vilja samstarva við myndugleikararnar um eftirlit við lánum og viðurskifti í tí sambandi. Ikki minst í oddagreinini í Sosialinum fríggjadagin, og hetta hevur fingið Jørn Astrup Hansen, forstjóra í Føroya Banka, at svara aftur.
?Tað er ikki rímiligt, at politikarar og fjølmiðlarnir geva peningastovnunum skyldina, nú tað vísir seg, at rentustuðulsskipanin er torfør at umsita og eftir øllum at døma hevur givið høvi til misnýtslu.
Peningastovnarnir hava fleiri ferðir ávarað ímóti skipanini, sum umsitingarliga er eitt monstur og sum bjóðar til misnýtslu. Um tað eru nøkur skyldug í hesum málinum, eru tað politikararnir, sum skundaði eina vánaliga lóg ígjøgnum, og sum valdu at yvirhøra allar ávaringar, tá tíð var til tað. Og so skulu tað nokk vera nakrir uppfinningarsamir húsaeigarar, sum hava verið minni umhugsnir og hava havt møguleikan til at fíggja eitt bilkeyp við pant í húsinum. Men eg kann ikki trúgva, at peningastovnarnir vitandi hava viðvirkað til at snýta skattamyndugleikan, sigur Jørn Astrup Hansen í sínum lesarabrævi, ið stendur prentað í fullum líki aðrastaðni í blaðnum.
Jørn Astrup Hansen setir eisini spurnartekin við, hví hetta verður tikið fram í ljósmálan nú, tí peningastovnarnir hava ferð eftir ferð gjørt vart við hetta.
Hann heldur, at í framtíðini kundu landsins myndugleikar lagt seg meira eftir at lurta eftir fólki við fakligari vitan, tá sovorðanar lógir skulu gerast.