Bankaleiðsla í rættin

Nú tykist greitt, at leiðslan í danska Roskilde Bank verður drigin í rættin at standa til svars fyri, at bankin fór á húsagang. Tað er greitt, at Niels Valentin Hansen, sum var stjóri í bankanum frá 1978 til 2007, hevði høvuðsábyrgdina av falli bankans, og tað er eisini greitt, at endurgjaldskrav verður reist ímóti honum.

Hann kann eisini vænta at verða ákærdur fyri mandatsvik, sigur DR.

Eftir fallið fekk Roskilde Bank nýggja nevnd. Hon setti alt fyri eitt serfrøðingar at kanna øll bankans viðurskifti, og teirra frágreiðing er nú grundarlagið undir rættarmálinum ímóti teirri gomlu leiðsluni.