Barcelona vann í kvøld heili 6-0 á Atletic Bilbao í sponsku landskappingini. Hetta er eisini fyrsti dysturin á heimavølli, síðani Lionel Messi vann FIFA Ballon d’Or gullbóltin. Tí var skipað fyri móttøku fyri argentinska bóltsnillinginum.
Dysturin sjálvur bleiv nógv merktur av eini dómaraavgerð tíðliga í dystinum. Luis Suarez bleiv feldur av málverjanum, sum eftirfylgjandi bleiv útvístur. Hetta tóktist sum ein hørð revsing, tí Luis Suarez var á veg vekk frá málinum.
Lionel Messi umsetti brotssparkið til mál. Síðani skoraði Luis Suarez hattrik, meðan Ivan Raketic og Neymar Jr skoraðu hvør sítt, so endaliga úrslitið bleiv 6-0 til Barcelona, ið liggur á øðrum plássi.
Tað vakti ans, at Lionel Messi bleiv útskiftur í hálvleikinum. Spanskir miðlar skriva, at hann føldi okkurt í lærinum, sum minnur um eina fipurspreinging.
Atletico Madrid er framvegis oddalið í La Liga, eftir at Madrid-felagið vann 3-0 á útivølli móti Las Palmas. Diego Simeone og hansara menn eru tvey stig frammanfyri Barcelona, men hava spælt ein dyst fleiri.