– Nei tað var tað ikki, sigur Helena Dam á Neystabø
Í gerðabókini fyri seinasta býráðsfund í Havn stendur, at fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð skjýtur upp at broyta ætlanirnar um, at Býarbókasavnið skal fáa ovastu hæddina í húsini, sum hýsir Býarbókasavninum.
Meirilutin í fíggjarnevndini hevur á fundi 18. mai samtykt, at í staðin fyri at hýsa Býarbókasavninum, so skal umsitingin hjá Heilsu- og Umsorganarstænastuni flyta inn á ovastu hæddina. Hon er í leigaðum hølum í Niels Finsensgøtu 31, har sum Norðoya Sparikassi var.
Harumframt er eisini ætlanin, at pláss skal gerast til ein stjóra aftuat í ráðhúsinum.
Men sjálvt um fíggjarnevndin hevur samtykt hetta, so var talan um ein feil, sigur Gunvør Balle.
– Talan var um eina misskiljing og eitt mistak, tá vit í fíggjarnevndini tóku undir við at brúka 4. hædd til fyrisiting, og tí var málið tikið av skrá til býráðsfundin, tí tá var greitt, hvat málið veruliga snúði seg um, skrivar Gunvør Balle.
Hon sigur víðari, at býráðslimir ikki altíð fáa givið sær far um tað, sum tey samtykkja, tí tað gongur so skjótt fyri seg.
– Viðhvørt eru sera nógv mál á skrá, tingini ganga ov skjótt, og her er dømi um eitt mál sum ongin í nevndini gav sær nóg væl far um. Sera harmiligt, og tað eigur ikki at koma fyri, men tíverri henda feilir viðhvørt, sigur Gunvør Balle.
Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum er als ikki samd í hesum.
– Víst var tað ætlanin at hava skrivstovu á 4. hædd á Býarbókasavninum, skrivar hon í aftursvari til Gunvør Balle.
– Vit vónaðu, at talan var um eina misskiljing. Men tað er eitt faktum, at tað var samtykt í bæði Mentamálanevndini og í Fíggjarnevndini at broyta ætlanina um útbygging av Býarbókasavninum soleiðis, at partur av 4. hædd skuldi brúkast til skrivstovu og ikki til bókasavn, sum ætlað. Tað var eisini á skrá til Býráðsfundin, men bleiv tikið av skrá, vísandi til at forkvinnan í mentamálanevndini var burturstødd, sigur Helena Dam á Neystabø.
– Vit í andstøðuni hava hvørki hoyrt orð ella eið um, at ætlanin er broytt.
– Men vit fegnast um so er, sigur Helena Dam á Neystabø.
Sambært Gunvør Balle, so verður hildið fast um upprunaligu ætlanina, at Býarbókasavnið fær 4. hædd á Býarbókasavninum, og at ætlanirnar um siga upp leigumálið í Niels Finsesgøtu 31 – sum hevði spart býráðnum 265.200 krónur um árið – eru sleptar.