Týsdagin 9. Juli visti Dimma at siga, at Bakkafrost fór at gera stórar útbyggingar á Glyvrum, soleiðis at øll viðgerð av alifiskinum hjá fyritøkuni kundi fara fram á einum stað, hetta fyri at fyritøkan skal standa sterkari í kappingini viið útheimin.
Elsebeth M Gunnleygsdóttir skeyt í hesum sambandi upp at seta tær treytir við aliloyvi, at alifiskurin skuldi virkast í sama øki, har hann varð aldur.
Hin vegin helt Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum at polittikararnir ikki áttu at blanda seg uppí, hvussu vinnan skipaði sítt virksemi.
Skal ikki taka dagar ímillum her,-tey hava ivaleyst bæði grein í sínum máli-, men heldur tríva í eitt annað vandamál hesum viðvíkjandi, sum leiðslan á Bakkafrost kanska longu hevur hugsað um, men sum ikki varð nevnt í greinini:
Lívið og vistskipanin í Skálafjørðinum eru væl meira viðbrekin, enn í føroyskum sundum og firðum annars. Orsøkirnar til hetta eru fleiri:
· Fjørðurin er so langur.
· Gátt er fyri fjarðarmunnan
· Orsakað av sokallaðu amfidromisku streymviðurskiftini við Føroyar er at kalla eingin sjóvarfallsstreymur í økinum: Nólsoyarfjørður, sunnari partur av Sundalagnum og í Skálafjirði.
Alt hetta ger, at útskiftið av sjónum í Skálafirði ikki er so gott, sum aðrastaðni, og tað ger ikki støðuna betri, at SEV hevur veitt stóran part av vatninum í áunum Millum Fjarða og á vestara arminum á Skálafirði burtur til elframleiðslu.
Tá íð nú eitt virki verður bygt á Glyvrum, sum er so stórt, at tað einsamalt skal framleiða helmingin av føroyska útflutningsvirðinum, so hevur tað væl saktans tilsvarandi stórt útlát. Skal hetta útlátið leiðast út í Skálafjørðin, fer tað at seta vistskipanina í firðinum undir so stórt trýst, at hon neyvan hórar undan.
Og hvaðani skal virkið fáa vatn til framleiðsluna? Havi eg skilt støðuna rætt, so stendur longu á hjá Runavíkar kommunu støðugt at veita vatn til borgararnar og virkini í kommununi sum er.
Vónandi hevur leiðslan á Bakkafrost longu tikið atlit til hesi viðurskifti og funnið skynsamar loysnir.