Bakkafrost hevur keypt góð 27 prosent av partabrøvunum í Marine Harvest Faroes, sum er dóttirfelagið, ið rekur alingina hjá Norska Marine Harvest í Føroyum.
Prísurin fyri tey 27 prosentini av fyritøkuni er 54 milliónir krónur.
Talan er um partabrøv, sum Eik Banki higartil hevur átt.
Keypið er tó treytað av góðkenning frá norsku eigarunum í Marine Harvest, sum hava forkeypsrætt.
- Vit eru sera fegin fyri handilin, ið vit meta vera eina góða íløgu, tí útlitini fyri alivinnuna eru lovandi. Vit gleða okkum til at samstarva við Marine Harvest, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Marine Harvest Faroes hevur virksemi á Hellunum, í Oyndarfirði, Haldórsvík, Hósvík og Kollafirði.