Bakkafrost keypa nýggjan bát

Alifeløg hava í eina tíð arbeitt fyri at basa laksalúsini. Tað eru fleiri hættir nýttir fyri at vinna á henni, m.a. feksvatnviðgerð og rognkelsi.

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkfrost sigur, hjá teimum hevur tað eydnast sera væl við bátinum Hans á Bakka eftir at hann kom í flotan, har tey hava brúkt feskvatnsviðgerð móti lúsini.

 

Tað eru nógvir nýggir burðadyggir hættir, ið nú verða nýttir móti laksalúsini og Regin Jacobsen sigur, at teirra egna fólk hava arbeitt hart kanna hvørja ávirkan tað hevur á fiskin. Tað vísir seg, at úrslitið hevur verið sera positivt, sigur Regin Jacobsen.

 

Nú er ætlanin, at úvega sær eitt nýtt skip, sum skal nýtast í stríðnum ímóti laksalúsini.  

 

- Tað eru nógv skip tøk í løtuni, serliga frá oljuvinnuni, sum vit hyggja eftir, sigur Regin Jacobsen.

 

Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen, við at trýsta á ljóðbrotið undir myndini.