Bagge mist venjaraloyvið

Tað verður nýggjur venjari á beinkinum hjá Víkingi sunnudagin, tá ið teir spæla móti ÍF í Sarpugerði

Sámal Erik Hentze verður ikki venjarin á beinkinum hjá Víkingi, tá ið teir sunnudagin klokkan 15 spæla fyrsta dystin í hesum kappingarárinum móti ÍF.

 

FSF hevur strikað pappírini hjá meistaravenjaranum, so hann kann ikki virka sum høvuðsvenjari, fyrr enn hann hevur  verið á skeið.

 

- Ja, eg skal á skeið fimm tímar afturat fyrr enn eg kann fáa pappírini aftur, sigur venjarin, sum bæði í 2016 og 2017 gjørdi Víking til Føroyameistara.

 

- Eg havi ikki møguleika at taka teir seinastu fimm tímarnar fyrr enn Dýra Biðjudag, leggur hann afturat.

 

Tað eru aðrir venjarar, sum hava mist loyvini á einum lista, sum liggur á heimasíðuni hjá FSF, men tað eru venjarar, sum ikki hava verið aktivir á høgum støði hesi seinnu árini.

 

- Sjálvur haldi eg, at hetta er eitt sindur at flenna at, tí tað hevur ikki borið mær til at taka hetta skeiðið fyrr enn nú og framvegis eru fimm tímar eftir at taka, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Venjarin hevur gjørt fleiri lið til meistarar sienastu árini og hann hevur vant lið í bestu deildini seinastu árini. Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, sigur, at hann hevur skilt, at tá ið hesir fimm tímarnir eru tiknir, so verður alt aftur normalt. Til tá, verður tað ein annar venjari, sum fer at sita á beinkinum, so tingini formliga eru í lagi.