Aftaná 3-0 sigurin hjá B36 á AB tosaði Tróndur Arge við Heðin Stenberg, málverja hjá AB, og hann tosaði eisini við høvuðsvenjaran hjá B36, Sámal Erik "Bagga" Hentze.
Heðin Stenberg varð harmur um, at góða gongdin hjá teimum, har teir hava verið ósigraðir í sjey dystum varð steðgað, men hann kundi kortini fegnast um, at hava gjørt nakrar minniligar fantom-bjargingar í dystinum.
Bagge var fegin um at verða sloppin væl frá einum torførum útidysti, men hann hevur beinini plantaði væl niðri á jørðini, tí sum hann segði: - Í morgin er venjing aftur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar við Heðin Stenberg og Bagga.