TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze á Rás2 aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi ímóti TB á útivølli í Trongisvági fyrr í kvøld.
Bagge fegnast um, at hansara menn brúktu høvdið, og spældu fótbólt, og ikki fóru so nógv í holt við harðar nærdystir á einum útivølli, sum er torførur hjá øllum mótstøðuliðum at vitja.
Um uppgávuna hjá Víkingi í Europa League ímóti letlendska Ventspils sigur Bagge seg verða bevístan um tær stoltu evropeisku tradisjónirnar hjá Víkingi, og hann er fegin um, at hava fleiri spælarar, sum vita hvat krevst fyri at vinna seg víðari í kappingini.
Víkingur letur einki yvir til tilfeldigheitirnar, tá teir fara út til evropeiskar dystir, og aftur hesaferð fer ferðalagið hjá Víkingi avstað í góðari tíð mánamorgun. Fyrri dysturin ímóti Ventspils verður leiktur í Lettlandi hóskvøldið.