Talan var um fýra favoritt sigrar í næstbestu deildini leygardagin, tá ið 20. umfar var á skránni.
Einasta liðið, sum ikki megnaði at liva upp til tað, sum støðutalvan legði upp til, at tað skuldi gera, var KÍ. Klaksvíkingar noyddust norður aftur um Skopunarfjørð sum av torvheiðum. B71 vann 2-1. Hetta var annar sigurin hjá sandoyingum, sum ikki hava vunnið síðani 9. apríl, tá ið teir á útivølli vunnu 2-0 ímóti AB.
Ibrahima Camara legði B71 framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá ið eitt korter var farið av seinna hálvleiki, javnaði Aksel Danielsen fyri KÍ, men longu minuttin eftir skoraði Patrick Toh tað, sum vísti seg at vera B71 sigursmálið. Patrick Toh hevur spælt átjan dystir fyri B71 í ár, og hetta var triðja málið hjá honum.
EB/Streymur fór úr Leirvík við 6-1 sigri ímóti Víkingi. Leif Niclasen var tvífaldur málskjútti, og tað ber við sær, at hann framvegis er greitt ovastur á máltindinum. Leif hevur skorað 23 mál. Honum næstur er Ahmed Keita, sum hevur skorað átjan mál. Keita skoraði annað málið hjá Giza Hoyvík, sum vann 2-1 í Runavík.
07 Vestur vann størsta sigurin í hesum umfarinum. Næstbesta AB liðið vitjaði, og høvuðsstaðarliðið varð sent úr aftur Sørvági við 7-1 tapi. Holgar Durhuus, Tóki á Lofti og Søren Nielsen vóru tvífaldir málskjúttar. Søren Nielsen er nú triði ovastur á máltindinum við seytjan málum.
Búi Egilsson var tvífaldur málskjútti, tá ið FC Suðuroy vann 4-2 í Gundadali ímóti HB. Sigurin ber við sær, at FC Suðuroy framvegis er á bronsu plássi við 33 stigum – eitt fleiri enn Giza Hoyvík og trý fleiri enn NSÍ. EB/Streymur og 07 Vestur hava beina kós ímóti uppflyting við ávikavíst 52 og 50 stigum.
Víkingur-EB/Streymur 1-6 (1-2)
0-1: Ragnar Danielsen br 14.
0-2: Leif Niclasen 31.
1-2: Tonni Thomsen 39.
1-3: Tóki Johannesen 47.
1-4: Leif Niclasen 62.
1-5: Niklas Kruse 76.
1-6: Brian Olsen 89.
NSÍ-Giza Hoyvík 1-2 (0-2)
0-1: Mikkjal Hentze 27.
0-2: Ahmed Keita 33.
1-2: Mórits Heini Mortensen 65.
Reytt kort: Tony Rasmussen, Giza Hoyvík, 76. (beinleiðis reytt)
07 Vestur-AB 7-1 (3-0)
1-0: Holgar Durhuus 19.
2-0: Søren Nielsen 35.
3-0: Holgar Durhuus 45.
4-0: Tóki á Lofti 51.
5-0: Tóki á Lofti 68.
5-1: Karstin Højgaard br 75.
6-1: Rói Hansen 77.
7-1: Søren Nielsen 85.
HB-FC Suðuroy 2-4 (1-2)
0-1: Mamuka Toronjadze 4.
1-1: Daniel Johansen 32.
1-2: Búi Egilsson 40.
1-3: Búi Egilsson 68.
1-4: John Villi Leo 75.
2-4: Kári Hvannastein 90.
B71-KÍ 2-1 (1-0)
1-0: Ibrahima Camara 23.
1-1: Aksel Danielsen 60.
2-1: Patrick Toh 61.
Støðan
EB/Streymur 52
07 Vestur 50
FC Suðuroy 33
Giza Hoyvík 32
NSÍ 30
KÍ 25
HB 21
Víkingur 18
AB 10
B71 10
21. umfar
Leygardagin 13. august
KÍ-07 Vestur
EB/Streymur-HB
Giza Hoyvík-Víkingur
AB-NSÍ
FC Suðuroy-B71