2. deild
Tá leirvíkingar fyrr í summar vóru á Sandi, fóru teir til hús við 3?3 javnleiki. Ta ferðina kendu teir í B71 seg snýttar. Teir hildu ikki, at úrslitið samsvaraði spælbýtið.
Leygardagin fóru sandoyingar úr Leirvík við øllum stigunum. Teir vunnu 2?1, og harvið styrktu teir um møguleikarnar at vinna silvurkrónurnar. Og sandoyingar høvdu onga orsøk at halda, at teir høvdu fingið nakað, sum teir ikki høvdu uppiborið. Størsta partin av tíðini vóru teir leikliga omaná.
Men tað vóru teir á heimaliðnum, sum løgdu bragdligast fyri. Ferðin var høg, og trýstið á B71 málið var stórt. Eftir horna úr vinstru og til handara stólpa stútaði Omar Pálsson innfyri aftur, og Petur Sjúrðarberg var fyrstur á. Símun Waag Høgnesen, sum hesar seinastu ferðirnar hevur verið í LÍF álopinum, var um reppið at økja um leiðsluna, áðrenn hann noyddist út orsaka av fótliðsskaða.
So fór ferðin eitt sindur niður. Leirvíkingarnir orkaðu ikki at halda guvuni uppi, og B71 kom alt meiri upp í part. Eli Hentze og Torbjørn Jensen eru ikki tað, sum teir vóru fyri trettan árum síðani, men tá teir fingu frið, so høvdu teir takið á miðvøllinum saman við Krzystof Radziemski í høgru og skjóta og bólttrygga Símuni Hansen í høgru.
B71 javnaði til 1?1, tá ein stórur hálvur tími var farin. Eftir innkast í høgru til B71 vóru leirkvíkingar døllutir. Krzystof Radziemski smekkaði til úr 19 metrum, og bólturin sigldi framvið Karstini Joensen og í málið.
Serliga eftir hetta var B71 greitt omaná, og í 2. hálvleiki var tað bara ein spurningur um tíð, nær teir fóru at leggja seg á odda. Serliga á miðvøllinum var tað heilt galið við eftiransingunum hjá LÍF, og harvið varð verjan fleiri ferðir rend um koll.
B71 hevði møguleikar, eitt nú tá Eli Hentze tríggjar ferðir slapp ígjøgnum í vinstru og royndi seg, og eina ferð var miðverjin Ernst Løkjá akkurát ov seinur, tá Eli Hentze úr vinstru legði innfyri tómt mál.
Jónsvein Thomsen mannaði B71 álopið saman við Kristoffuri Vidtfelst, og tá seinna umfarið var hálvrunnið, skoraði Jónsvein Thomsen sigursmálið. Torbjørn Jensen sneiddi framvið tveimum í vinstru, og Jónsvein heilfluktaði sera hegnisliga í handara síðunetið.
LÍF-B71 1-2(1-1)
1-0: Petur Sjúrðarberg
1-1: Radzinski
1-2: Jónsvein Thomsen