B68 setur fólk í umsitingina

-

Einki er at ivast í, at arbeiðsuppgávurnar í einum føroyskum fótbóltsfelag gerast alt meira umfatandi og krevjandi. Tíðin, har sjálvbodnar kreftir tóku sær av øllum tí, sum gerast skuldi, er so smátt við at fara, og nú hevur B68 á Toftum so gjørt at taka eitt stig á leiðini í so máta.
Á heimasíðu felagsins hevur felagið nú boðað frá, at Petur Thomsen frá árskiftinum at rokna er settur í starv sum umsitingarleiðari í felagnum. Petur Thomsen er 62 ára gamal, og hevur eina drúgva fortíð sum millumleiðari í Føroya Banka. Í fyrsta umfari verður talan um hálvtíðar starv, og skal Petur taka sær av allari dagligu fyrisitingini í felagnum.