B68 fór um koll í góðveðrinum

Gestirnir á Svangaskarði staðfestu, at teir eiga eitt fínt fótbóltslið, har breiddin hesa ferð rættuliga stóð sína roynd

B68-EB/Streymur

Tað var stórur kontrastur, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. EBStreymur hevði vunnið 4-2, og tá ið tað gjørdist greitt, at Skála einki hevði fingið burturúr, fegnaðust teir í Sundalagnum eyka um, at nú hava teir møguleika at vinna bronsumerkini.
B68 spælararnir fóru stillisliga av vøllinum. Teir høvdu verið annar parturin í teirra egnu jarðarferð. B68 hevði roynt at gera tað, sum teir vóru mentir. Tað var bara ikki nóg mikið. Mótstøðuliðið hevði størri breidd og tyngd, og tað var rudduliga staðfest, at á EB/Streyma liðnum eru fleiri spælarar, sum eru stinnir í framrættaða spælinum, samstundis sum tað hongur væl saman millum keturnar. Gunnar á Steig ger ikki nógv hóvasták burturúr sær, men hann er tryggur. Pacek er stinnari, enn hann leingi hevur verið, og Fróði Clementsen er eisini hollur í miðverjuni. Gert Hansen og Jóhann á Stongum byrgdu væl fyri í borðunum. Hans Pauli Samuelsen og Bárður Olsen eru góðir í miðvallarborðunum, Jákup Martin Joensen og Marni Djurhuus stríðast væl á sentrala miðvøllinum, og í álopinum seta Sorin Anghel og Sonni L.Petersen støðugt mótstøðuverjuna undir trýst.
Eftir steðgin noyddist EB/Streymur at klára seg uttan bæði Sorin Anghel og Fróði Clementsen, men tað tóktist ikki at bila. Teir umskipaðu tvær ferðir. Fyrst fór Hans Pauli Samuelsen í álopið, Jákup Martin Joensen í vinstru og Knút Vesturtún á sentrala miðvøllin, og so fór Knút í miðverjuna, Hans Pauli aftur á miðvøllin og Hallur kom inn í álopið.
Tað var ferð og nerva í fyrsta stóra tíman. Men mesta partin av fyrra umfarinum var spælið ikki serliga flótandi. B68 legði bragdligari fyri, og tað var einki forgjørt í tí, at teir eftir hálvan tíma fingu hol á. Eftir skjótt álop í høgru varð Eyðstein Skipanes feldur, og Anderson var tryggur úr ellivu metrum.
Fýra minuttir seinni bríkslaði dómarin aftur fyri brotssparki. Sorin Anghel lá flatur, eftir at hann hevði roynt at draga framvið einum reyðum, og Sonni L.Petersen umsetti úr ellivu metrum.
Fyrsta ábendingin, um at B68 kundi líða skipbrot, kom, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra umfarinum. Eftir frísparksframlegging mitt í brotsteigin sneiddi Sorin Anghel ein av, og flata skotroyndin eitt sindur úr vinstru endaði við 2-1 máli til EB/Streym.
B68 svaraði aftur fimm minuttir undan hvíldini. Bólturin stakk til Stanislav Stankov, sum mitt fyri setti framvið Gunnari á Steig.

Besta løtan
Eftir steðgin var spælið eina góða løtu væl betri, enn tað hevði verið undan steðginum. Serliga teir í EB/Streymi funnu væl hvønn annan. Tá ið umfarið var níggju minuttir gamalt, løgdu teir seg framum aftur. Eftir innkast í vinstru, sneiddi Hans Pauli Samuelsen til baklinjuna. Í verjuspæli er tað skandala at geva loyvi til, at maðurin við bóltinum fer framvið á sjálvari linjuni. Tað megnaði Hans Pauli, og tá ið hann lyfti inn fyri málið, stóð høgri vongverjin, Gert Hansen, púra leysur mitt fyri og skoraði við høvdinum.
Tólv minuttir seinni undirstrikaði Sonni L. Petersen, at hann í løtuni er vandamiklasti álopsspælarin í landinum. Við fremra stólpan stýrdi hann innleggi úr høgru upp í nettakið, og so var tað greitt, at B68 næsta ár skal spæla í næstbestu deildini, meðan EB/Streymur leygardagin skal stríðast um bronsumerkini.
At Anderson, sum fyrsta tíman hevði verið væl upplagdur, varð rikin av vøllinum fyri púra viðsíðuna av eftirtakling, tá ið eitt korter restaði, kundi ikki takast fyri annað enn frustratión um veruleikan soleiðis, sum hann hevði tikið seg upp. At brasilski álopsmaðurin - eftir at hava fingið reyða kortið - skumpaði dómaran, fer ikki at gera leikbannið styttri.