Nógv bendir á, at Hans Pauli Samuelsen ikki heldur fram í EB/Streymi. Fyru kortum kunngjørdi Arnbjørn Hansen, at hansara tíð í felagnum er liðugt. Í eina tíð hevur eisini ljóðað, at Hans Pauli Samuelsen somuleiðis fyribils takkar fyri seg í Sundalagnum.
Les eisini: B36 vil hava Hans Paula
Fyri tveimum árum síðan ljóðaði, at Hans Pauli var á veg til Víking, men valdi tá at leingja við barndómsfelagið. Í fjør var Hans Pauli á veg til KÍ í býtishandli við Hjalgrím Elttør, men skiftið beliv aldrin veruleiki, tí partarnir kundu ikki blíva samdir.
Nú ljóðar fyri vist, at tað eru B36 ella Víkingur, sum eru favorittar at fara avstað við bóltsnillinginum, sum hevur skotið heili 13 mál fyri EB/Streym í ár. B36 vann sunnudagin FM og tað gevur eitt fíggjarligt íkast til felagið, sum hevur mist Adeshina Lawal til ÍF. Beiggi Hans Pauli, Ronnie Samuelsen, hevur millum annað eina fortíð í B36.
Boðskapurin úr Víkingi hevur verið, at felagið skal hava ein profil og ein spælara at styrkja um breiddina. Vánaligasti loyndidómurin í nýggjari tíð er, at Gert Hansen skiftir til Víking. Øll vita av tí, men ongin vil siga tað hart. Gert kann spæla á fleiri verjukendum plássum og hevur roynt at vunnið FM tvær ferir. Tað er kærkomnar royndir hjá Víkingi.
Líkt er til, at ein av profilunum, sum Víkingur vil hava er Hans Pauli Samuelsen Felagið manglar framvegis at prógva, at teir kunnu spæla við um FM heitið yvir eitt heilt kappingarár. Her kann Hans Pauli verða profilurin, sum manglar. Hansara 13 mál kunnu gera munin millum bronsu og eitt FM stríð.