Robert Heðin Brockie, sum í fjør var fastur partur av miðverjuni í B36, er farin av landinum. Hann er farin at fjakka og verður burtur ímillum ein og tríggjar mánaðir.
Saman við restini av B36-verjuni var hann við til at mynda eina av teimum sterkastu verjunum í Effodeildini í fjør. B36 lat 35 mál inn hetta kappingarárið. Einans HB lat færri mál inn, nevniliga 34.
B36 visti av, at Robert Heðin hevði ætlanir um at fjakka, men formaðurin í B36, Heiðrikur Christiansen, segði tá við in.fo, at B36 ikki ætlaði at finna sær ein avloysara aðrastaðni frá. Felagið hevði greiðar ætlanir um at klára seg við tí tilfeingi, sum teir frammanundan høvdu, segði hann.
Higartil í ár hevur Klæmint Matras røkt miðverjuplássið undir liðini á Hørði Askham.









