Higartil í heyst hevur tað verið ferðsla úr B36, og tað hevur ikki verið so nógv ferðsla hinvegin.
Í kvøld boðar B36 frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við framrættaðan spælara, sum longu hevur víst seg at vera gávuríkan spælara í føroysku kappingini.
Talan er um Marius Kryger Lindh, sum tvey tey seinastu árini hevur spælt við AB. Serliga í 2022 var hann eyðsýndur, tá ið hann var við í 20 landskappingardystum og skoraði seks mál. Í ár var Marius Kryger Lindh nógv plágaður av skaða, og tað bar við sær, at hann bara var við í 15 landskappingardystum og als ikki var á liðnum fyrr enn 11. juni.
Sum tað leið fram ímóti kappingarloki vísti Marius Kryger Lindh seg at vera væl upplagdur, og hann skoraði tvey mál og legði upp til fleiri.
24 ára gamli danski spælarin hevur sambært faroesoccer.com spælt 35 dystir í bestu landskappingini og skorað átta mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt tveir dystir og skorað trý mál.