Tað er ein sannroynd, at B36 við árunum hevur ment seg til eitt hitt sterkasta felagið í landinum.
Ikki minst peningaliga hevur felagið staðið seg væl, og aðalfundurin hin 4 .november var eitt gott dømi um hetta.
Knappar 600.000 kr. stóðu á niðastu linjuni, tá ársroknskapurin varð almannakunngjørdur, og tá tað harumframt verður nevnt, at eingin skuld av týdningi ella aðrar skyldur hvíla á felagnum, er einki at siga til, at tað var ein væl nøgdur kassameistari, sum greiddi frá fíggjarligu gongdini í felagnum.
Tá formaður felagsins, Kristian á Neystabø, greiddi frá ítróttarliga partinum í júst lidna kappingarárinum, var lagið heldur ikki verri. Fyri fyrstu ferð hevur besta manslið felagsins í ár vunnið greipuna, og har afturat hava bæði kvinnu- og ungdómsdeildirnar góð úrslit at vísa á.
Góðar vónir
Hvat viðvíkur fremsta liðnum, so hevði formaðurin eisini góðar vónir til komandi kappnigarár. Mest sum allur hópurin frá meistaraliðnum heldur fram komandi árið, men dentur varð tó samstundis lagdur á, at tað framvegis er hugsandi, at felagið fer at knýta aðrar leikarar uttan ífrá at felagnum, tó at eingi nøvn vórðu nevnd í hesum sambandi.
Havandi góðu úrslitini - bæði so og so - í huga, so var heldur einki at undrast á, at aðalfundurin við stórum meiriluta valdi verandi nevnd at halda fram. Tað vil so siga, at formaður felagsins framhaldandi er Kristian á Neystabø. Jón Johannesen er kassameistari, Kjartan Mohr er peningarøkil, meðan Hannis Egholm er skrivari. Har umframt er eisini Árni Rein í nevndini, meðan Malan Justinussen og Jan Nielsen eru tiltakslimir.