B36 fekk eina stigið í evstu løtu

Við brotssparki í yvirtíðini tryggjaði Jákup á Borg B36 eina stigið í 2-2-javnleiki ímóti Víkingi.

Við einum brotssparki í yvirtíðini tryggjaði B36 sær eina stigið í 2-2-javnleiki ímóti Víkingi. B36 kom á odda 1-0 tá ið 11 minuttir vóru leiktir, men við sjálvmáli frá Símuni Joensen og brotssparki frá Súna Olsen vendi Víkingur dystinum og var á odda 2-1 heilt til dómarans yvirtíð, tá ið Jákup á Borg umsetti brotsspark til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-2.

 

Hetta var fyrsta stigið hjá Víkingi í ár, meðan B36 framvegis er ósigrað og fyribils á odda í Effodeildini við sjey stigum.

 

in.fo hevði beinleiðis frásøgn frá dystinum, og hon kann lesast niðanfyri:

 

B36 - Víkingur 2-2 (1-2)

1-0: Adeshina Lawal, 11.

1-1: Símun Joensen, 13. (sjálvmál)

1-2: Súni Olsen, 18. (brotsspark)

2-2: Jákup á Borg, 90. (brotsspark)

 

Liðugt: Jákup á Borg tryggjaði B36 eina stigið við brotssparkinum.

 

92min.: MÁÁÁÁÁL! 2-2! B36 fekk tillutað brotsspark í yvirtíðini og Jákup á Borg umsetti brotssparkið til mál, soleiðis at B36 nú hevur javnað til 2-2.

 

90min.: B36-ararnir eru í øðini um, at teir ikki fáa tillutað brotsspark eftir at teir mettu at bólturin stakk í hondina á Víkinga-leikara í málteiginum.

 

 

89min.: Spælið hongur ógvuliga illa saman hjá B36, sum nú ger eina seinastu roynd at stríða seg til javnleik.

 

 

86min.: Víkingur tekur hornaspark stutt og teir royna at drýggja tíðina.

 

 

82min.: Sølvi Vatnhamar fær gyltan málmøguleika at avgera dystin, men hann skjýtur framvið málinum úr stuttari fjarstøðu.

 

75min.: B36 kýtir seg meiri í royndini at fáa útjavnandi málið, men enn hevur tað ikki kastað nakað munagott av sær.

 

72min.: Tvífaldi B36-málskjúttin ímóti AB síðsta leygardag, Róaldur Jakobsen, roynir seg við skoti, men Atli Gregersen verjir fyri.

 

 

68min.: B36 roynir at leggja trýst á, men tað gongur striltið og Víkingur lúrir eftir mótálopum.

 

 

62min.: B36 fremur fyrstu útskiftingina í dystinum. Rasmus Dan Sørensen, sum hevur stríðst væl, men tó fingið lítið burturúr, verður avloystur av Hanusi Thorleifsson.

 

 

60min.: Sølvi Vatnhamar fekk ein risa málmøguleika, men enn einaferð bjargar Tórður Thomsen. Í løtuni er tað Víkingur, sum hevur tamarhald á dystinum.

 

 

50min.: Erling Jacobsen hjá Víkingi stútaði hornasparksinnlegg í málið, men Rúni Gaardbo bríkslaði fyri frísparki til B36. Sambært teknunum metti hann, at hann hevði skumpað B36-verjuleikara í ryggin.

 

 

47min.: Víkingur spennir seg út og vil økja um leiðsluna. Teir hava lagt trýst á frá byrjan í seinna hálvleiki og hava vunnið sær tvey hornaspørk.

 

 

Hálvleikur: Helst mest undirhaldandi hálvleikurin higartil í ár er at enda komin. Tað er Víkingur, ið annars kom afturúr 1-0 tíðliga í dystinum, sum fer til hálvleiks við 1-2-leiðslu.

 

 

42min.: Sanniliga sparir eingin seg og nú hevur Rúni Gaardbo havt gula kortið á lofti fyri fjórðu ferð. Hesaferð var tað Jákup á Borg, sum fekk gult kort eftir at hava takklað Filip Djordjevic.

 

40min.: Hanus Jacobsen og Heðin Hansen hava fingið gult kort fyri at steðga hvør sínum lovandi álopi. Í løtuni er tað B36, sum trýstir, og tað spyrjast eitt nú nógv hornaspørk burturúr.

 

 

36min.: Ótrúligt! Nú hevur Finnur Justinussen hjá Víkingi rakt tvørtræið. Tað gongur næstan ikki ein minuttur ímillum hvønn málmøguleika og áskoðararnir sita sum á nøglum.

 

 

35min.: Sjáldsama undirhaldandi fyrri hálvleikur. Víkingur royndi seg enn einaferð, men Tórður Thomsen bjargaði skotinum frá Súna Olsen. Lítla løtu seinni gjørdist Lukasz Cieslewicz púra leysur í hinum endanum og sendi bóltin á tvørtræið.

 

 

30min.: Enn ein góður møguleiki til Víking! Ein væl upplagdur Hallur Hansson rak framvið nógvum og spældi Filip Djordjevic næstan púra leysan, men Tórður Thomsen vardi fyri skotroyndini. Nøkur sekund seinni bjargaði Tórður Thomsen aftur, hesaferð eftir dundurskot frá Súna Olsen.

 

28min.: Stórur málmøguleiki til Víking! Hallur Hansson tamdi bóltin væl og spældi Finn Justinussen í góða støðu, men B36-verjan kom væl aftur og tað endaði við, at Hallur Hansson fekk gult kort fyri at takkla Róald Jakobsen.

 

 

23min.: Frálíkur fríggjakvøldsfótbóltur í dýrdarveðri. Víkingur hevur verið mest ágangandi síðstu løtuna og vongleikararnir, Sølvi Vatnhamar og Filip Djordjevic, eru eyðsýndir. B36 stríðist við at koma seg eftir at hava tveitt leiðsluna fyri borð.

 

18min.: MÁÁÁÁÁL! 1-2 til Víking! Róaldur Jakobsen hevði hondina á bóltinum brotsteiginum og Rúni Gaardbo peikaði á brotssparksblettin. Hann fekk eisini gult kort. Súni Olsen umsetti brotssparkið trygt og legði Víking á odda 1-2. Súni Olsen vísti virðing fyri gamla felagi sínum og feiðraði ikki málið.

 

 

13min.: MÁÁÁÁÁL! 1-1! Símun Joensen hevur gjørt sjálvmál eftir somuleiðis frálíkt frísparksinnlegg frá Súna Olsen, ið minti ógvuliga nógv um málgevandi innleggið hjá B36 løtu fyri. Ótrúliga lívlig byrjan!

 

11min.: MÁÁÁÁÁL! 1-0 til B36! Alex Mellemgaard sendi eitt frálíkt frísparksinnlegg inn í brotsteigin, har Adeshina Lawal stútaði bóltin í mál til 1-0.

 

10min.: Heðin Hansen, sum í dag spælir í álopinum hjá Víkingi, kom í góða støðu, men B36-verjan fekk ruddað burtur.

 

5min.: Spøk byrjan, men tað er Víkingur, sum hevur verið mest á bóltinum. Súni Olsen hevur sent vandamikið frísparksinnlegg innfyri málið, men einki spurdist burturúr.

 

Undan dystarbyrjan: Veðurlíkindini til fótbólt eru framúr í Gundadali, har tað er bæði turt, lýtt og stilli. Væl av fólki er møtt til henda dystin, sum sparkar triðja umfar í Effodeildini í gongd. Dómari í dag er Rúni Gaardbo.

 

B36 er skert í verjupartinum. Ikki færri enn tríggir miðverjuleikarar sita uttanfyri. Teir eru Robert Heðin Brockie, sum er burturstaddur, og teir báðar skaddu Klæmint Matras og Karl Martin Danielsen.

 

Hjá Víkingi er Dánjal Pauli Lervig skaddur. Hanus Jacobsen, sum seinastu tíðina hevur verið á miðvøllinum, avloysir hann á vinstra bakki.

 

Byrjunaruppstillingar:

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Eli F. Nielsen, Hørður Askham, Alex Mellemgaard – Jákup á Borg, Róaldur Jakobsen, Símun Joensen, Rasmus Dan Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal 

 

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobasen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Hallur Hansson, Filip Djordjevic – Heðin Hansen, Finnur Justinussen