Í kvøld klokkan 18 byrjar seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í Conference League millum B36 og FK Auda á Tórsvølli.
FK Auda vann fyrra dystin 2-0.
Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið fer at leiða dystin millum B36 og Auda.
30 ára gamli finnin, Oliver Reitala, ið bleiv FIFA-dómari í fjør verður høvuðsdómari á Tórsvølli í kvøld.
Oliver Reitala hevur dømt sjey ungdómslandsdystir og fýra U19-dystir í UEFA-kappingini fyri felagslið. Oliver Reitala hevur bert dømt ein dyst í einari evropeiskari kapping fyri vaksin felagslið. Tað var í fjør, at Oliver Reitala dømdi ein dyst í Conference League undankappingini.
B36 TÓRSHAVN (FRO) - FK AUDA (LVA)
Dómari: Oliver Reitala FIN
Hjálpardómari 1: Jukka Honkanen FIN
Hjálpardómari 2: Olli Jantunen FIN
Fjórði dómari: Antti Munukka FIN
UEFA dómaraeygleiðari: Jon Eilif Skjervold NOR
UEFA umboð: Loukás Siótropos GRE










